Hol ígjøgnum í Sandoyartunlinum

Klokkan 21:47 í kvøld fór borurin ígjøgnum í Sandoyartunlinum, og sandoyingar fingu fyrstu vatndroparnar úr Kirkjubø

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-27 23:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: Kristian Stórhamar)

Arbeitt verður av øllum alvi at bora í Sandoyartunlinum, og skjótt verður koyrandi millum Sandoynna og Streymoynna.

Og í kvøld fór fyrsti borurin ígjøgnum á 28,5 metrum.

Kristian Stórhamar, arbeiðsformaður hjá NCC, skrivar á Facebook í kvøld soleiðis: 

- Nú “brast fyri nev” í Sandoyartunnlinum. Kl 21:47 for borurin ígjøgnum á 28,5 metrum. So er fyrsta holið komi undir Skopunarfjørð og sandoyingar hava fingið sínar fyrstu vatndropar úr Kirkjubø.

Sostatt snýr tað seg bara um dagar áðrenn seinasta skotið verður latið. Sandoyartunnilin verður 10,8 kilometrar langur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder