Hollendska krúnprinsessan, Catharina-Amalia kann gifta seg við einari kvinnu uttan at missa pláss sítt sum tann fyrsta í hollendsku arvafylgjuni. Tað ger hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte greitt.
Hóast krúnprinsessan bert er 17 ár og enn ikki hevur boðað frá nøkrum ætlanum um at gifta seg – hvørki við kvinnu ella manni – er spurningurin herfyri vorðin aktuellur, eftir at tað í fleiri bókum framgongur, at eini kongshjún í Hollandi ikki kunnu vera av sama kyni.
Mark Rutte heldur tó, at tíðirnar eru broyttar, síðan reglurnar vórðu gjøgnumgingnar í ár 2000.
– Stjórnin heldur, at ein trúnarvingur eisini kann gifta seg við einum persóni av sama kyni. Tí heldur stjórnin ikki, at ein arvingur ella kongur skal leggja frá sær, um hann ella hon ynskja at giftast við einum maka av sama kyni, sigur hann við hollendska tingið.
Spurningurin um komandi børnini hjá hesum hjúninum er enn ikki avgreiddur, men tað loysir seg heldur ikki at taka støðu til nú, heldur Mark Rutte.
Í ár er eisini 20 ár síðani, at Holland, sum fyrsta landið í heiminum, loyvdi samkyndum pørum at fara saman í hjúnalag. Tað hendi í 2001.
Hollendska tjóðartingið skal góðkenna eitt kongaligt hjúnaband, og tað er fyrr komið fyri, at limir í hollendska kongshúsinum hava sagt teirra pláss í arvafylgjuni frá sær fyri at kunna gifta seg við tí persóninum, sum tey ynskja, uttan góðkenning, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald