Uttanlands

Holland: Lækni undir illgruna fyri at hava brúkt sítt egna sáð til at ísáa fleiri kvinnur

Ein dómstólur hevur nú staðfest, at familjan skal geva loyvi til, at DNA hansara verður kannað

Børn sum vórðu gitin við hjálp frá læknanum, Jan Karbaat, fegnast um avgerðina hjá dómstólinum (Mynd: Getty Images)

Børn sum vórðu gitin við hjálp frá læknanum, Jan Karbaat, fegnast um avgerðina hjá dómstólinum (Mynd: Getty Images)

2019-02-16 18:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

DNAið hjá einum hollendskum lækna, sum er undir illgruna fyri fleiri ferðir at hava nýtt sítt egna sáð í staðin fyri tað hjá sáðgeva, skal nú kannast.

Tað staðfestur ein dómstólur í Hollandi, sambært BBC.

Læknin, Jan Karbaat, doyði í 2017 89 ára gamal, og tá hevði hann leingi verið undir illgruna fyri at vera pápi at fleiri børnum, men hetta noktaði hann sjálvur.

Mikudagin gjørdi ein dómstólur tó greitt, at familjan hjá Jan Karbaat noyðist at loyva DNAið hjá honum at verða kannað, av tí at har er so mikið av prógvi fyri, at hann nýtti sítt egna sáð til at ísáa kvinnurnar.

DNAið hjá soni Jan Karbaat, ið enn er á lívi, er longu blivið kannað, og sambært kanningunum, bendir okkurt á, at læknin er í familju við í minsta lagi 47 av teimum fólkunum, sum hann hevur hjálpt at seta í verðina. Sambært einum dokumentarfilmi, sum varð vístur í Hollandi, er illgruni um, at Jan Karbaat kann vera pápi at eini 200 børnum.

Ein rúgva av børnunum, sum vórðu gitin við hjálp frá læknanum, líkast honum eisini øgiliga nógv av útsjónd, helt dómarin.

DNAið hjá læknanum varð longu innsavnað í 2017, men tá helt dómarin ikki, at har var nóg mikið av prógvi fyri at loyva eina kanning av DNAnum.

Jan Karbaat arbeiddi sum lækni í fleiri áratíggju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder