Uttanlands

Holland letur meira upp í dag

Nú kunnu fólk aftur fara á barr, matstovu ella til ítróttatiltøk

Á tíðindafundi týsdagin boðaði hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte frá, at Holland fór at lata meira upp (Mynd: EPA)

Á tíðindafundi týsdagin boðaði hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte frá, at Holland fór at lata meira upp (Mynd: EPA)

2022-01-26 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fer Holland at linka fleiri av koronutiltøkinum í landinum.

Hetta hevur við sær, at matstovur, barrir, fornminnusøvn og onnur mentanarstøð aftur kunnu lata upp. Hesi hava verið stongd síðan miðskeiðis í desember, men í dag sleppa hesi støðini aftur at hava opið millum klokkan fimm á morgni og tíggju á kvøldi. Eisini verða áskoðarar aftur loyvdir í sambandi við ítróttatiltøkum.

Koronupass er tó framvegis galdandi fyri at sleppa inn á hesi støðini, og náttklubbar sleppa enn ikki at lata uppaftur.

Handlar og skúlar lótu uppaftur fyrr í hesum mánaðinum við kravi um at brúka munnbind.

Sambært hollendska heilsumálaráðharranum ber tað til at lata meira upp, tí talið á innleggingum við omikron hevur verið lægri, enn stúrt varð fyri. Smittutalið er tó framvegis vaksandi.

Hollendska stjórnin mælir tó framvegis til, at fólk arbeiða heima, har tað er møguligt og avmarka talið á gestum til fýra fólk. Hetta verður galdandi til 8. mars.

Sambært Ritzau skrásetir Holland í løtuni uml. 600.000 smittutilburðir um dagin, men talið á andlátum og innleggingum á intensivari deild er minkað. 

Um 90 prosent av vaksnu borgarunum í Hollandi eru koppsettir fyri koronu, og uml. 57 prosent hava fingið trý prik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder