Italski hellisserfrøðingurin, Ottavia Piana, sum í farnu viku fall fleiri metrar langt niðri í einum helli nærhendis norðuritalska býnum Bergamo, varð í nátt bjargað upp og flutt á sjúkrahús, har hon nú fær viðgerð.
32 ára gamla Piana var í ferð við at kanna eitt økið í Abisso Buena Fonteno hellinum, ið ikki er uppmerkt, tá ein steinur gav seg undir fótum hennara seinnapartin leygardagin, og hon datt 5-6 metrar niður og fekk skaða á rygg, rivjabein, andlit og knæ.
BBC skrivar, at yvir 150 sjálvboðin undir leiðslu av italskum serfrøðingum í bjarging í fjøllum og hellum, tóku lut í bjargingararbeiðinum, og klokkan 2 í nátt eydnaðist tað at fáa børuna út.
Ottavia Piana er royndur hellissserfrøðingur og hetta er aðru ferð í 17 mánaðir, at hon var bjargað burtur hesi holuskipanini.
Les eisini: Royna at bjarga kvinnu upp úr holu í Italia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald