Tá svenski javnaðarflokkurin í november heldur sín ársfund fer Stefan Löfven at leggja frá sær bæði sum floks- og stjórnarleiðari, og nú eru gitingarnar byrjaðar um, hvør fer at taka yvir. Og tað er ein favorittur.
Magdalena Andersson, ráðkvinna við fíggjarmálum, hevur í svenskum miðlum verið kallað “krónprinsessan”. Hon verður mett at vera favoritturin at vinna valdsstríðið, sum nú fer at byrja.
Les eisini: Stefan Löfven leggur frá sær í heyst
Jenny Madestam, lektari í statsvísundum á svenska verjuháskúlanum, hevur kannað leiðsluna í svenska javnaðarflokkinum. Hon vísir á, at Magdalena Andersson hevur júst tað, sum skal til fyri at kunna seta seg í formanssessin í flokkinum og harvið eisini gerast stjórnarleiðari.
Umframt at hava dygga bakgrund sum embætisfólk í skattavaldinum, hevur Magdalena Andersson eisini verið lýst sum tann fryntligasti fíggjarmálaráðharrin í ES, hóast hon eisini verður lýst sum tann gírigasta.
Men tað hevur eisini eydnast henna at vísa sínar sosialdemokratisku dygdir fyri almenninginum, tá hon til tíðir hevur avloyst formannin, eitt nú á stóra fólkafundinum í Almedalen í Gotlandi í summar, vísir Jenny Madestam.
Enn hevur ongin av oddafólkunum í flokkinum, heldur ikki Magdalena Andersson, boðað frá um tey eru sinnað at blanda seg í formansstríðið í flokkinum.
Jenny Madestam vísir á tríggjar kvinnur, sum eru millum favorittarnar at gerast floksleiðari.
Umframt Magdalenu Andersson, nevnir hon fyrrverandi ráðkvinnuna í almannamálum, Annika Strandhäll og eisini ta núverandi, Lena Hallengren.
Men roknast kann eisini við, at menn bjóða seg fram. Eitt nú Mikael Damberg, innanríkisráðharri, Anders Ygeman, orkumálaráðharri og Ardelan Shekarabi, vinnumálaráðharri, sigur Jenny Madestam við finska kringvarpið.
Svøríki hevur ongantíð havt eina kvinnu í ovasta stjórnarsessinum. Sosialdemokratiski flokkurin hevur einaferð havt ein kvinnuligan leiðara, tað var Mona Sahlin frá 2007 til 2011.
Persónurin, ið tekur yvir eftir Stefan Löfven, sum floksleiðari, arvar ikki forsætisráðharrasessin automatiskt.
Tá Stefan Löfven leggur frá sær, verður tað upp til formannin í Ríkisdegnum at skipa fyri eini nýggjum formansumfari fyri at finna útav hvør hevur meirilutan aftan fyri seg, ella ikki hevur meirilutan ímóti sær.
Núverandi stjórnargrundarlagið hjá Stefan Löfven hevur bert ein tingsess í meiriluta. Nýtt val til ríkisdagin skal vera í seinasta lagið í september næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald