2023-12-30 16:51
Fyri fyrstu ferð í søguni eigur ein kvinna eina ogn á fleiri enn 100 milliardir dollarar. Hetta er komið fram í sambandi við nýggjastu uppgerðina hjá Bloomberg av heimsins ríkastu fólkum, Bloomberg Billionaires Index.
Heimsins ríkasta kvinna er Francoise Bettencourt Meyers, sum hevur arvað vælumtókta, franska vakurleikamerkið, L’oréal. Francoise var einasta dótturin hjá fyrrverandi arvara, Liliane Bettencourt, sum eisini var ein av heimsins ríkastu kvinnum.
Francoise Bettencourt Meyers er sambært listanum hjá Bloomberg tólvta ríkasta menniskja í heiminum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald