21 ára gamla norska kvinnan, Karen Kyllesø frá Årdal í Vestlandet, kom í gjár fram til Suðurpólin, einsamøll á skíðum.
Hon brúkti 54 samdøgur upp á túrin, júst tað dagatalið hon hevði sett sær fyri, og hevði pakkað mat og útgerð til. Viðførið varð pakkað á tvær sletur, sum tilsamans vigaðu 100 kilo, tá hon byrjaði túrin, skrivar NRK.
Túrurin var 1.130 kilometrar langur, og málið liggur 2.800 metrar yvir havinum. Miðalkuldin í økinum er -25 stig.
Pápi Karen, Håkon Kyllesø, vátar fyri NRK, at dóttirin er komin fram til Suðurpólin. Ferðin hevur ikki verið heilt uttan trupulleikar. Fyri tveimum døgum síðani var hon ógvuliga hart rakt av kuldaastma, og hon mátti seta seg í samband við lækna fyri at leita sær ráð.
Hon hevur gingið umleið 100 kilometrar um samdøgrið á ferðini, men leygardagin megnaði hon ikki meira enn 23 kilometrar, upplýsir pápin. Tá hevði hon 51 kilometrar eftir á mál.
Tað eru seks ár síðani, at unga norska gentan setti sær fyri at verða tann yngsta, sum einsamøll náddi fram til Suðurpólin. Síðan tá hevur hon verið í harðari venjing og hevur gingið langar túrar á skíð á Hardangervidda, Finnmarksvidda, í Norðursvøríki og á Svalbarð.
Sum 15 ára gomul gekk hon tvørtur um innlandsísin í Grønlandi á skíðum.
NRK skrivar, at tveir aðrir norskir borgarar hava í ár gjørt royndir at koma fram til Suðurpólin við egnari hjálp, men báðar hesar royndirnar miseydnaðust.
Arne-Kristian Teigland sær at gerast skjótasti maður til Suðurpólin, men hann gjørdist illa fyri og svímaði. Eitt flogfar mátti koma eftir honum. Hetta var fyrst í januar.
Og Kristina Harlia mátti eisini bróta túrin av, tá hon fekk trupulleikar við rygginum.
Myndirnar av Karen Kyllesø eru tiknar av hennara vanga á Instagram - Friluftsjenta
Karen Kyllesø avmyndað á Union Glacier leguni undan fráferð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald