Innanlands

Hondbóltssambandið: Rúgvusmikil landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar

Føroyar vera umboðaðar til EM endaspølini hjá U20 og U18-monnum, ið verða leikt ávíkavist í juli og august. U16-kvinnurnar skulu til European Open, og so eru fleiri dystir móti Íslandi á skránni í ymsum árgangum

2022-05-19 19:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum vanligt hevur Hondbóltssamband Føroya eina rúgvusmikla landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar.

Mest spennnadi eru EM-endaspølini. U20-menn skulu spæla EM-endaspæl í Porto í Portugal í tíðarskeiðnum 7. juli – 17. juli, har Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Talan er um ein sera sterkan árgang og leikarar sum Elias Ellefsen á Skipagøtu, Paula Mittún, Paula Jacobsen, Janus Dam Djurhuus og Viktor Nørlyng Gaini, ið vunnu gull í European Open í 2019 og European Championship í fjør.

Tað er orsakað av gullinum í fjør, at U20 og U18-landsliðini skulu spæla endaspæl í ár, og í august mánaða ( 4. – 14. august) spæla U18-menn EM-endaspæl í Podgorica í Montenegro. Har eru Føroyar í bólki saman við Spania, Svøríki og Fraklandi. Í fjør vunnu ungu føroysku menninir tveir dystir á Noreg, og í hesum árgangi eru leikarar sum Óli Mittún, Rókur Ziskason og Alexandar Lacok.

Í juli mánaði spæla U16-kvinnur European Open í Gøteborg í Svøríki í tíðarskeiðnum 4. – 8. juli. Føroyska liðið er í bólki saman við Montenegro, Hollandi og Svøríki.


HSF hevur gott samstarv við íslendska hondbóltssambandið og verða fleiri ungdómslandsdystir millum londini í summar. Vikuskiftið 4. og 5. juni fara U16- og U18-kvinnur til Íslands at spæla venjingardystir móti Íslandi, og vikuskiftið eftir kemur íslendska U16-landsliðið hjá monnum til Føroyar at spæla tveir venjingardystir móti føroyska U16-landsliðnum í Høllini á Hálsi. Fyri U16-liðini hjá Føroyum er hetta fyrstu altjóða dystirnir, sum eru liðir í at fyrireika liðini til europeisku kappingarnar, sum standa fyri framman komandi árini, skrivar Hondbóltssambandið.

Vikuskiftið 23. – 24. juli kemur íslendska U18-landsliðið hjá monnum til Føroyar at fyrireika seg til EM við tveimum dystum móti Føroyum. Bæði liðini skulu til EM-endaspælið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder