Innanlands

Hondin stóð fast í maskinu

Ein kvinna kom illa fyri á Vaðhorn á Strondum mikudagin. Løgreglan hevur tikið vitnisfrágreiðingar, og málið er nú hjá Arbeiðseftirlitinum

2019-10-11 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin fekk ein kvinna hondina í eina maskinu á fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum. Hondin stóð føst eina løtu. Kvinnan varð førd við sjúkrabili til Landssjúkrahúsið, har hon varð viðgjørd.

Løgreglan kundi í morgun ikki siga nakað um skaðan hjá kvinnuni og heldur ikki um hví arbeiðsóhappið hendi. Løgreglan hevur fingið vitnisfrágreiðingar, og nú kannar Arbeiðseftirlitið málið víðari. Støða skal takast til, um tað nøkur revsing skal vera til arbeiðsplássið, ella um talan var um hendiligt óhapp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder