Uttanlands

Hong Kong: Bót ella fongsul um tú noktar at lata teg kanna

Nú er krav, at øll í vandabólki, og øll, sum hava havt samband við smittaðan persón gjøgnum arbeiðið, skulu lata seg kanna fyri covid-19 – Læknar hava nú eisini heimild at krevja, at sjúklingar, ið vísa sjúkueyðkenni, skulu kannast

Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam (Mynd: EPA)

Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam (Mynd: EPA)

2020-11-15 11:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá sunnudegnum er tað í Hong Kong vorðið krav fyri fólk í vandabólki at lata seg kanna fyri covid-19.

Tey, ið nokta at lata seg kanna, kunnu fáa eina bót á tað, sum svarar til uml. 1.600 í okkara krónum.

Noktar mann fleiri ferðir at lata seg kanna, kann bótin gerast størri – fleiri enn 20.000 krónur – ella kann mann fáa upp í hálvt ára fongsulsrevsing.

Hesi nýggju tiltøkini, ið vórðu kunngjørd í Hong Kong leygardagin, hava til endamáls at steðga tað, ið verður nevnt fjórða koronabylgjan í Hong Kong.

Umframt persónar í vandabólki, hava persónar, ið hava samband við smittaðar persónar gjøgnum arbeiðið, eisini skyldu at lata seg kanna. Læknar fáa við hesum eisini heimild at krevja, at sjúklingar, ið hava sjúkueyðkenni, lata seg kanna.

Hesi tiltøkini koma í kjalarvørrinum á einum vaksandi tali av persónum, ið verða staðfestir positivir fyri covid-19, bæði lokal fólk og fólk, ið koma til Hong Kong úr øðrum londum.

Sambært Ritzau fer hetta at fáa avleiðingar fyri matstovuvinnuna, sum verður meint rakt av nýggjum avmarkingum.

Frá mánadegnum kunnu matstovur og skeinkistøð bert loyva helvtina av vanliga kapasitetinum. Harumframt skulu tey eisini lata aftur á midnátt.

Frá fríggjadegnum skulu øll, ið koma til Hong Kong úr øðrum londum enn Kina, Makao ella Taivan, eisini fara í sóttarhald á einum gistingarhúsi við komu. Har skulu tey verða verandi í tvær vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder