Í farnu viku varð hótt við verkfalli, og í morgun hava uml. 2.400 heilsustarvsfólk í Hong Kong niðurlagt arbeiðið, og hetta talið kann økjast.
Kravið er, at stýrið í Hong Kong skal steingja markið til kinesiska meginlandið fyri at minka um smittuvandan.
Støðan í Kina er longu sera álvarsom, og verður markið ikki stongt, kann væntast, at tað sama fer at henda í Hong Kong, sigur Winnie Yu, formaður fyri fakfelagið Hospital Authority Employees Alliance við Associated Press.
Higartil eru 15 tilburðir staðfestir í Hong Kong, og coronavirusið hevur kravt í minsta lagi 360 mannalív kring heimin.
Les eisini: Fleiri enn 17.000 tilburðir nú skrásettir
Fleiri tokleiðir og sjóleiðir úr Kina eru longu steðgaðar fyribils, men politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam sigur, at hon ikki ætlar at steingja markið til kinesiska meginlandið.
Tað hevði verið "óhóskandi og ópraktiskt", sigur hon sambært Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald