Uttanlands

Hong Kong: Fólkaræðisstríðsmaður fær nærum seks ára fongsulsrevsing

Jimmy Lai hevur júst sitið inni fyri at hava luttikið í mótmælum móti stýrinum í Beijing, men leygardagin fekk hann enn ein dóm fyri svik í sambandi við, at fyritøkur hansara høvdu brotið treytirnar í einum leigusáttmála

Jimmy Lai hevur júst sitið inni í 20 mánaðir (Mynd: EPA)

Jimmy Lai hevur júst sitið inni í 20 mánaðir (Mynd: EPA)

2022-12-11 10:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein av mest týðandi fólkaræðisstríðsmonnunum í Hong Kong, ríkmaðurin Jimmy Lai, sum í fjør fekk ein dóm fyri at hava luttikið í mótmælunum í Hong Kong móti stýrinum í Beijing, fekk í gjár enn ein dóm.

Hesa ferð varð Lai funnin sekur í sviki í sambandi við, at fyritøkur hansara hava brotið treytirnar í einum leigusáttmála. Sambært ákæranum hevði ráðgevingarfyritøka hansara brúkt skrivstovupláss, sum miðil hansara Apple Daily hevði brúkt til onnur endamál.

Verjin helt, at talan burdi verið um eitt sivilt mál og ikki eitt revsimál. Dómarin segði, at talan var um eitt einfalt mál um svik, og vísti hann aftur, at politikkur hevði nakað við málið at gera, skrivar Ritzau.

75 ára gamli Jimmy Lai, sum hevur sitið 20 mánaðir fyri leiklut sín í mótmælunum, fær fimm ár og níggju mánaðir afturat, umframt at hann fekk eina bót á tvær milliónir Hong Kong dollarar (1,81 milliónir krónur). Men enn eitt rættarmál bíðar eftir Lai, har hann kann enda við at fáa lívlangt fongsul fyri at hava brotið umstríddu trygdarlógina í Hong Kong.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder