Týsdagin gjørdist ein 24 ára gamal maður tann fyrsti persónurin at verða dømdur eftir nýggju umstríddu trygdarlógini í Hong Kong. Hann varð funnin sekur í yvirgangi og fyri at eggja til loysing.
Mett verður, at hesin dómurin er sera týðandi fyri, hvussu líknandi mál verða viðgjørd í Hong Kong í framtíðini.
Revsingin verður ásett seinni, men enn er ikki heilt greitt, nær tað verður, skrivar Ritzau.
24 ára gamli dømdi maðurin, Tong Ting-kit var tænari, og hann varð m.a. ákærdur fyri 1. juli í fjør at hava rent á trý løgreglufólk við motorsúkklu, samstundis sum hann veitraði við einum flaggi við orðunum "Bjargið Hong Kong. Okkara kollvelting".
Hetta hendi dagin eftir, at nýggja trygdarlógin kom í gildi.
Ákærin legði dent á flaggið, sum hevur verið nógv brúkt í sambandi við líknandi mótmælistiltøkum í Hong Kong. Dómarin metti, at Tong Ting-kit var greiður yvir boðskapin, sum stóð á flagginum, og var talan um eina roynd at deila boðskapin um loysing. Harumframt hevði hann eina "politiska dagsskrá", helt dómarin.
Nýggja trygdarlógin í Hong Kong varð orsøkin til stór mótmæli í Hong Kong í fjør. Fleiri vilja vera við, at tað er Kina, sum er komið við lógini fyri at avmarka talufrælsið í Hong Kong. Árið fyri – í 2019 – vóru eisini stór mótmæli í Hong Kong. Tá var orsøkin eitt lógaruppskot, sum skuldi gera tað møguligt at útflýggja borgarar í Hong Kong til Kina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald