Uttanlands

Hong Kong: Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar hótta við verkfalli

13.000 fólk, sum starvast á heilsuøkinum hótta við at fara í verkfall, um markið millum Kina og Hong Kong ikki verður stongt

Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam á tíðindafundi í gjár (Mynd: EPA)

Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam á tíðindafundi í gjár (Mynd: EPA)

2020-02-01 14:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Hong Kong hóttir størsta fakfelagið hjá teimum, sum starvast innan heilsuøkið, við at fara í verkfall, um markið millum Kina og Hong Kong ikki verður stongt.

Tað er orsaka av coronavirusinum, at fakfelagið, ið hevur 13.000 limir, krevur, at myndugleikarnir í Hong Kong steingja markið til Kina fullkomiliga.

Heitt verður eisini á myndugleikarnar um at nokta ferðafólki úr kinesiska meginlandinum atgongd til Hong Kong fyri at minka um smittuvandan.

Verða hesi krøvini ikki gingin á møti, verður verkfall, skrivar TV2.

Í Kina hava næstan 12.000 fólk fingið staðfest coronavirus. Bert seinasta samdøgrið vórðu fleiri enn 2000 nýggir tilburðir skrásettir.

Les eisini: Talið á smittaðum í Kina næstan komið upp á 12.000

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder