Týsdagin varð ein ungur maður í Hong Kong dømdur fyri at eggja til loysing frá Kina. 24 ára gamli Tong Ying-kit er tann fyrsti persónurin, sum er funnin sekur í at hava brotið umstríddu trygdarlógina, sum kom í gildi í Hong Kong í fjør, og fríggjadagin varð revsing hansara kunngjørd. Hann fær níggju ár í fongsul.
Tong Ying-kit varð m.a. dømdur fyri í sambandi við einum mótmælistiltaki í fjørsummar at hava veitrað við einum flaggi við orðunum "Bjargið Hong Kong. Okkara kollvelting". Hesin boðskapurin eggjaði, sambært ákæranum, til loysing frá Kina.
Verjin hjá Tong Ying-kit sigur, sambært Ritzau, at tey fara at kæra dómin.
Mannarættindafelagsskapurin Amnesty, ið finst at dóminum, kallar dómin fyri byrjanina á endan á talufrælsinum í Hong Kong.
Orðini "Bjargið Hong Kong. Okkara kollvelding" er ein vælumtóktur boðskapur hjá prodemokratisku rørsluni, og tað, at ákærin legði serligan dent á hendan boðskapin kann hava við sær, at onnur mótmælisfólk, sum hava brúkt hann, eisini kunnu enda við at verða dømd fyri tað í framtíðini, sigur Yamini Mishra, stjóri fyri Amnesty International í Asia.
Les eisini: Amnesty: Hetta kann verða endin á talufrælsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald