Uttanlands

Hong Kong: Valluttøkan var 30 prosent

Valevnini, sum stuðlaðu kinesiska stýrinum í Beijing vunnu meginpartin av sessunum í lóggevandi tinginum í býnum

Atkvøður verða taldar í Hong Kong (Mynd: EPA)

Atkvøður verða taldar í Hong Kong (Mynd: EPA)

2021-12-20 08:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var val í Hong Kong, og nú úrslitið er almannakunngjørt, er greitt, at valevnini, sum stuðla kinesiska stýrinum í Beijing vunnu valið til lóggevandi tingið í Hong Kong, sonevnda Legislative Council (LegCo).

Hetta var fyrsta valið, sum var hildið í býnum, síðan valskipanin varð broytt í vár.

Talið á sessum í tinginum er víðkað úr 70 upp í 90, men bert 20 umboð verða vald beinleiðis. Fyrr var talan um helvtina.

Av teimum 70 sessunum, sum eru eftir, verða 40 umboð vald av einari valnevnd, meðan hini 30 verða vald av áhugafelagsskapum úr eitt nú vinnulívinum. Søguliga sæð hava hesi verið trúfestir yvirfyri kinesiska stýrinum.

Øll, sum stillaðu upp, vórðu kannaði av stýrinum í Beijing, og seinasta valúrslitið vísir, at nærum øll, sum vórðu vald í tingið, stuðla kinesiska stýrinum, skrivar Ritzau.

Embætisfólk høvdu heitt á tey 4,5 milliónirnar, sum høvdu valrætt í Hong Kong um at fara á val, og í sambandi við valið varð tað í gjár ókeypis at ferðast við almennu samferðsluni.

Valluttøkan endaði tó bert við at vera 30,2 prosent, skrivar BBC.

Ein persónur, sum tíðindastovan AP hevur tosað við, greiðir frá, at tey ikki hildu teirra atkvøðu gera mun, tí fólkini hjá Beijing fóru at vinna kortini.

Fleiri stríðsfólk vórðu eisini handtikin, eftir at tey heittu á fólk um at boykotta valið ella at atkvøða blankt. Í Hong Kong er tað ikki ólógligt at atkvøða blankt, men tað er ikki loyvt at heita á onnur um at atkvøða blankt ella um ikki at fara á val.

Mánadag til hósdag í hesari vikuni vitjar politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam í Beijing. Har skal hon greiða kinesisku leiðarunum frá støðuni í Hong Kong. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder