Uttanlands

Hongkong: Dyggur stuðul til mótmælisfólkini

Ongin ivi um hvat fólkið heldur, kom fram á økisráðsvalinum í Hongkong í gjár

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-11-25 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjórnarleiðarin í Hongkong, Carrie Lam, fer at ”lurta eyðmjúkliga” til veljararnar eftir óvæntaða úrslitið til økisvalið í gjár.

Her vunnu valevnini, sum ganga inn fyri fólkaræði, heili 90 prosent av plássunum í økisráðunum í Hongkong, skrivar lokali miðlin RTHK sambært Ritzau.

Úrslitið av valinum eru greið boð um stuðul til mótmælistiltøkini, sum hava verið í Hongkong hesa seinastu tíðina.

-Stjórnin fer at lurta eyðmjúkliga til áskoðanina hjá borgarunum, sigur Carri Lam í morgun í eini fráboðan, skrivar AFP tíðindastovan.

Hon sigur eisini, at stjórnin fer at virða valúrslitið.

- Tað eru ymsar tulkingar í sambandi við úrslitið, og nakrar av hesum siga, at valúrslitið vísir ónøgdina hjá fólkinum yvir verandi støðu og at samfelagið hevur álvarsligar avbjóðingar, sigur hon víðari í fráboðanini.

Økisráðini taka sær av gerandisuppgávun, so sum ruskinnsamling og býaræalanum, og vanliga fáa hesi ráð ikki so stórt uppmerksemi.

Men úrslitið av valinum skapar eisini endurljóð í Kina.

Her boðar Wang Yi, uttanríkisráðharri, frá, at ”líka mikið hvat hendir, so er Hongkong ein partur av Kina og ein serligur, umsitingarligur landspartur í Kina”.

- Øllar royndir at skapa ófrið í Hongkong ella skaða vælstandin og støðufestið fara at miseydnast, sigur hann, sambært AFP.

Tað eru meira enn mimm mánaðir síðan, at mótmælisfólk byrjaðu at gera vart við seg í ónøgd yvir eitt lógaruppskot, sum ger tað møguligt at flyta borgarar til Kina til rættarsókn har. Uppskotið er síðan slept.

Kortini verður enn mótmælt í gøtunum í Hongkong, og ónøgdin er vend móti kinverska stýrinum. Ógvusligur ófriður hevur verið seinastu vikurnar, men valið til økisráðini er tó fari friðarliga fram.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder