
32-ára gamli Jakrapanth Tomma var hermaður. Tíðliga í gjár leyp hann á sín herovasta og aðrar hermenn á hansara kasernu, stjól ein hervogn og koyrdi inn til býin Nakon Ratchaisma, ið er 250 kilometrar frá høvuðstaðnum Bagkok.
Eitt buddistiskt tempul var fyrsta málið, og síðani helt Tomma á. Í handilsmiðstøðini Terminal 21, eisini nevnd Korat, tók hann ein part uppá við Facebook Live, og álopið vardi í áleið 16 tímar. Tað vóru næstan 18 tímar frá, at hann byrjaði at skjóta (seint seinnapartin lokala tíð), til hann sjálvur varð skotin og dripin av sereindum.
Forsætisráðharrin, Prayuth Chan-och, váttaði tíðliga í morgun, at 26 høvdu latið lív orsaka av skotálopinum, og at 57 vóru særd. Deyðstalið kann væntast at vaksa nakað. Hópdráp eru sera óvanlig í landinum,
Prayuth Chan-och hevur eisini tosað um, hvat lá aftanfyri avgerðina hjá hermanninum. Hann sigur, at tað var ein tvístøða millum Jakrapanth Tomma og vermóður herovastan, ið gjørdist fyrsta offrið í gjár. Talan er um eina tvístøðuna um eina húsaavtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald