Innanlands

Hópfígging skal tryggja at Sirkus verður verandi

Partafelagið sum rekur barrina Sirkus, ynskir at keypa bygningin, har tey hava hildið til síðani byrjanina í 2009. Korona hevur tikið nakað av peningaligu styrkini, og tí sóknast barrin nú eftir hálvari millión við hópfígging

(Mynd: Torbjörn Sjölund / Google Maps)

(Mynd: Torbjörn Sjölund / Google Maps)

2021-06-22 14:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bygningurin har barrin Sirkus heldur til í Vágsbotni í Havn varð settur til sølu her fyri, og tað er eingin loyna, at partafelagið sum rekur barrina, ynskir at keypa bygningin. Barrin hevur hildið til har síðani byrjanina í 2009.

Nú er Sirkus Føroyar sp/f farið á Hópfígging, og leitað verður eftir einari hálvari millión á Hópfíggingar-portalinum, so møguligt er at keypa bygningin.

Til ber at stuðla, men samstundis er møguleiki at gerast ábyrgdarlánsveitari. Tað merkir, at tilsøgnin kann gerast partur av okkara eginpeningi, soleiðis at gjørligt verður at keypa húsini.

- Tykkara ábyrgdarlán fær eina árliga rentu á fimm prosent, og eftir fimm árum fara vit undir at gjalda ábyrgdarlán tykkara aftur, soleiðis at tit eftir, í mesta lagi, 8 árum fáa peningin aftur – við 5 prosent í árligari rentu.

- Tá innskotsrundan er liðug hin 12. juli 2021, verður hvør einstakur tykkara boðin inn á gólvið hjá okkum, har vit skriva undir eitt ábyrgdarlánsskjal.

- Um onkur tykkara ynskir at seta meira enn 50.000 kr. í sum ábyrgdarlán, kunnu vit undirskriva ábyrgdarlánsskjalið, áðrenn peningurin verður goldin.

Korona tikið styrki
Í Sirkus eru tvey skeinkistøð. Sirkus í erva og Bjórkovin í neðra. Hesi gera tað gjørligt at skapa rammurnar rundan um tað, sum Sirkus er, gjalda fyri tónleikin og onnur mentanartiltøk, sum eru í Sirkus, gjalda øllum starvsfólkum løn og so framvegis, verður sagt.

Eigararnir hava ikki tikið vinningsbýti síðani byrjanini og heldur ikki høga løn, men hava lagt peningin aftur í virksemið fyri at víðka tað ella gera tað betri, siga eigararnir.

- Tí hevur Sirkus eisini eitt gott fíggjarligt grundarlag, men korona hevur tó tikið nakað av okkara styrki, so okkum tørvar hjálp, nú bygningurin, sum vit halda til í, er til sølu.

Eigarar av Sirkus Føroyar Sp/f eru Joel Briem og Sunneva Háberg Eysturstein.

Les eisini: Sirkus ikki til sølu - men bygningurin er

Les eisini: Eyðkendur bygningur í Vágsbotni settur til sølu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder