Innanlands

Hópfíggingarportalurin er nú tikin í nýtslu

Vinnumálaráðið, Íverksetarahúsið, Visit Faroe Islands og Vinnuframagrunninum hava tikið stig til hendan portalin, har fólk kunnu søkja og veita stuðul til ymiskar verkætlanir

(Mynd: vumr.fo)

(Mynd: vumr.fo)

2019-10-09 09:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er Íverksetarahúsið, sum hevur átikið sær at menna og reka heimasíðuna. Har er møguleiki hjá fólki stuðla ymiskum verkætlanum - størri og smærri - og ymiskt at gera íløgur í.

Í gjár varð heimasíðan løgd fram í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Vinnu- og Umhvørvismálum, tendraði alment fyri hópfíggingarportalinum, og fegnaðist í røðu síni um henda nýggja fíggingarmøguleika. Ttalan ikki er um almennan stuðul, men um ein pall, har íverksetarar sjálvir marknaðarføra síni hugskot og finna sær stuðlar, kundar og íleggjarar.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Vinnu- og Umhvørvismálaráðnum

“At fólk taka seg saman fyri at stuðla nýggjum virksemi er gamalt, og hópfíggingar-skipanir minna ikki sørt um tá í fólk fyrr tóku seg saman og gingu hús úr húsi í Føroyum, fyri at fíggja eitt nú skip og flakavirki. Nógv vóru tá, sum stuðlaðu verkætlanunum, ikki fyri egnan vinning, men heldur tí, at tey vildu stuðla nýggjum virksemi og vera við til at skapa grundarlag fyri nýggjum arbeiðsplássum og menning.

Hetta segði landsstýrismaðurin millum annað í røðu sínari.

Fleiri verkætlanir eru klárar á hópfíggingarportalinum, nú hann alment er tikin í nýtslu, og fleiri teirra byrjaðu at fáa stuðul, longu hesa løtuna, meðan tiltakið í Íverksetarahúsinum fór fram. Verkætlananirnar eru, sum síggjast kann á hopfigging.fo heilt ymiskar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder