Innanlands

Hópgrøv við 215 børnum funnin í Kanada

Upprunafólkini krevja nú svar uppá hvat hendi við hesum børnum

Mynd frá einum av skúlunum (Mynd: EPA)

Mynd frá einum av skúlunum (Mynd: EPA)

2021-06-01 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Upprunafólkið í Kanada mælir nú til, at okkurt veruligt verður gjørt fyri at kanna serligar kostskúlar í landinum fyri hópgravir.

Hetta hendi eftir at tað hósdagin varð funnin ein hópgrøv við leivdunum av 215 børnum við skúlan Kamloops Indian Residential School.

Talan er um børn niður í trý ára aldur. Tíðindini hava skelkað Kanada.

Stjórnin má fáa greiði á, hvat er hent, heldur Perry Belgarde, leiðari fyri felagsskapin Assembly of First Nations, sum umboðar fleiri av upprunafólkunum í Kanada.

- Fólk, sum hava yvirlivað hesar skúlar hava í nógv ár fortalt um hetta, men ongin vildi trúgva, at tað funnust hópgravir, at børn hvurvu og at børn doyðu, vórðu fyribeind, sigur Bellegarde við kanadiska miðilin CBC.

Tað var Tk'emlúps te SecweÌpemc-fólkið, sum hósdagin bar tíðindini um, at tey høvdu funnið hópgvørina við Kamloops Indian Residential skúlan, sum einaferð var tann størsti av sínum slag í Kanada.

Skúlin var partur av eini serligari skipan í Kanada, har børn hjá uppruna kanadiarum vórðu tikin frá foreldrunum og skrivað inn í kostskúlar. Endamálið var, at tey skuldu venjast frá teirra egna máli og mentan fyri í staðin at læra seg vesturlendska mentan, skrivar Reuters.

Skúlarnir virkaðu í árunum 1831 til 1996.

Ein kanningarnevnd fann í 2015 fram til, at valdsgerðir vórðu framdar á skúlunum, og at børnini vórðu hungrað og neyðtikin. Skipanin varð kallað eitt “mentanarligt tjóðarmorð”.

- Talan var um ein politikk, sum hevði til endamáls at týna upprunafólkið og gera tey til kanadiarar móti vilja teirra, var niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum.

Bólkurin fann fram til, at minst 4.100 børn doyðu orsaka av valdsgerðum ella vanrøkt á skúlunum. Veruliga talið varð tó hildið at vera munandi hægri.

Sambært CBC vóru minst 130 slíkir skúlar í Kanada og umleið 150.000 børn hjá upprunafólkum vórðu gjøgnum árini skrivað inn á hesar skúlar. Á Kamloops Indian Residential School kundu ganga 500 børn í senn.

Almennu uppgerðirnar vita bert um, at 50 børn doyðu á skúlunum, skrivar AFP.

Justin Trudeau, forsætisráðharri hevur sagt, at tað er av týdningi at kenna sannleikan, og mælir til, at útgravingar verða gjørdar á skúlunum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder