Innanlands

Hópin av møguleikum á Jobmatch

Sum nakað nýtt ber til at bíleggja tíð til eitt CV-tjekk frá ALS

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-12-20 08:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í ár verður Norðurlandahúsið fullsett við føroyskum arbeiðsgevarum, sum vilja koma á tal við lesandi ella fólkum við útbúgving, sum søknasti eftir starvi ella øðrum avbjóðingum í Føroyum.

Jobmatch hevur veruliga vunnið sær sess sum afturvendandi starvsstevna millum jóla og nýggjárs, og undirtøkan er vaksandi á hvørjum ári.

Sum nakað nýtt ber til at bíleggja tíð til eitt CV-tjekk. Tað er ALS sum tekur sær av hesari uppgávu í samstarvi við Jobmatch, og fer tað fram á bási teirra í Skálanum. Til ber at taka sítt CV við og fáa tað eftirmett á básinum hjá ALS.

Somuleiðis kunnu vitjandi fáa vegleiðing í mun til útbúgving-, læru- ella arbeiðsmøguleikar. Hetta er ein ráðgeving, sum Vegleiðingarstovan í samstarvi við Jobmatch bjóðar øllum teim vitjandi, og ber tað til at bíleggja sær eitt prát við Vegleiðingarstovuna inni á jobmatch.fo

Longu nú hava nógv fólk bílagt sær eitt JobPrát, og til ber at gera hetta umvegis hemasíðuna jobmatch.fo fram til sunnudagin 29. desember kl. 12. Men best er at bíleggja í góðari tíð.

- Tað er eitt sera breitt úrvæl av arbeiðsgevarum frá bæði tí privata og almenna geiranum, innan millum annað framleiðslu, heilsu, hondverk, tænastu og fyrisiting.  Á heimasíðuni ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin, sigur Katrin I. Gregersen, fyriskipari av Jobmatch.

Jobmatch starvstevnan verður mánadagin 30. desember i Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder