Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið hópin av spennandi bókum út til børn og ung, nú tá ið stundar til jóla. Millum teirra eru Marin og Hjartavætturin, ein upprunaføroysk tekstbók eftir Ingun Christensen, forvitnisliga bókin Ótrúligt djóraatlas við eini stuttligari filmsfunku, og nýggjar útgávur av klassikarunum Ronja Ránsmansdóttir og Brøðurnir Leyvuhjarta eftir Astrid Lindgren.
Ótrúligt djóraatlas
Í hesi bókini kanst tú finna fleiri enn 100 djórasløg. Finn út av, hvar djórini liva og brúka ókeypis appina at lata 100 spennandi videoklipp upp, sum geva djórunum lív. Við hesi bókini kanst tú síggja og hoyra djór úr øllum heiminum, bæði í bókini og eisini á tínum teldli ella snildfon. Bókin er innbundin og 50 síður. Hon er sera væl egnað hjá børnum og vaksnum at lesa saman. Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu úr enskum.
Bebbi mussar & Bebbi er illur
Tvær fantastiska fittar og stuttligar bøkur um Bebba. Í Bebbi mussar vil Bebbi mussa øll: mammu, pápa, stórusystur, kettuna, maðkin... Nei, bíða. Kanska ikki maðkin hóast alt. Í Bebbi er illur trampar Bebbi á koddan, skumpar tornið og murrar sum ein farlig leyva. Mervi Lindman hevur skrivað og myndprýtt. Bøkurnar eru 28 síður og til tey 0-1 ára gomlu. Marna Jacobsen týddi úr svenskum.
Jóna fer eftir sokkum
Fitta Jóna rokast og fjasar við klæðir. Hvar eru sokkarnir? Jóna skal eftir teimum. Nú kemur hon! Men hvørjum er hon í? Hatta eru jú stóru skógvarnir hjá pápanum. Eva Eriksson og Lisa Moroni hava skrivað og myndprýtt. Bókin er 28 síður og til tey 2-4 ára gomlu. Kristianna Poulsen týddi úr svenskum.
Marin og Hjartavætturin
Nýggja upprunaføroyska bókin hjá Ingun Christensen fangar gerandisdagin hjá børnum í dag á ein stuttligan og nærverandi hátt. Tí hvat er tað besta í allari verðini? Tað er sjálvandi at vera saman við teimum, sum tú ert góð við. Marin hevur ein fittan pápa og eina fitta mammu. Men tey arbeiða nógv, hava altíð skund og onga tíð. Ein dagin gevur langomman Marini eina løgna dukku, sum sær øgiliga gomul og gronut út. Tað er ein heilt serlig dukka, tí hon ger, at tú ikki kennir teg einsamalla: ein hjartavættur. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina við livandi og nútíðarligum myndum. Bókin er 56 síður og til tey 5-8 ára gomlu.
PAX – Dreygurin
Dreygurin er síðsta og tíggjunda bókin í tí spennandi og óhugnaligu PAX-røðini um beiggjarnar Viggo og Alva og vinkonu teirra Iris. Kunnu brøðurnir bjarga Mariefred og verðini, áðrenn svarta heksin brýtur seg inn í tað gandaða bókasavnið og vekir dreygin? Bókin er 268 síður, heft og til tey 9-12 ára gomlu. Súsanna Berg týddi úr svenskum.
Billie – Tú ert tann besta
Lívið hjá fosturfamiljuni í Búkróki heldur fram at taka okkum á bóli, og Billie er uppi í øllum sum vanligt. Áðrenn hon veit av, er hon blivin kend í býnum. Hjálp! Hetta er onnur bókin um Billie. Sara Kadefors hevur skrivað, og Guðrið Rubeksen týddi úr svenskum. Bókin er 168 síður, heft og til ung.
Ronja Ránsmansdóttir og Brøðurnir Leyvuhjarta
Tvær av best umtóktu bókunum hjá Astrid Lindgren eru júst komnar út í vøkrum nýggjum útgávum. Ronja Ránsmansdóttir er endurskoðað, og Brøðurnir Leyvuhjarta er týdd á nýggjum. Elin Súsanna Jacobsen týddi bøkurnar, sum eru innbundnar og ávikavist 234 og 250 síður. Í Ronju Ránsmansdóttir berjast ránsmansbørnini Ronja og Birk um frið og rættvísi. Í Brøðrunum Leyvuhjarta hoyra vit ta vøkru søguna um tveir beiggjar, sum fara til Nangijala, og eru uppi í ævintýrum frá morgni til myrkurs. Til børn um 8 ára aldur.
- Bókadeild Føroya Lærarafelags
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald