Uttanlands

Hópskottilburður í Philadelphia

Fýa persónar doyðu og fýra onnur, harav tvey børn, vórðu særd

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-07-04 08:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fýra persónar eru deyðir og onnur fýra, harav tvey børn, eru særd í einum skottilburði í amerikanska býnum Philadelphia. Ein gerningsmaður er handtikin.

Løgreglan fekk boðini um skjótingina umleið klokkan hálvgun nýggju í gjárkvøldið, lokala tíð. Løgreglan elti gerningsmannin gjøgnum fleiri býarpartar, meðan hann helt fram við at skjóta.

Fýra menn millum 20 og 59 ár lótu lív. Tveir dreingir, ávikavist 2 og 13 ár, eru innlagdir á sjúkrahús við skotsárum, sum tó ikki eru lívshættislig. Løgreglan upplýsir at tað ikki sær út til at vera nakað samband millum gerningsmannin og tey dripnu og raktu.

Sambært miðlinum Outlaw, var maðurin í skottryggum vesti, hevði fleiri fleiri magasin av lóðuri, eina automatbyrsu, eina pistól og løgregluradio. Hann er, sambært løgregluni, 40 ára gamal. Eisini ein annar maður er handtikin, men óvist hví, skrivar norska NTB tíðindastovan.

Philadelphia er stórbýur við umleið 1,6 milliónum íbúgvum. Býurin liggur í statinum Pennsylvania, móti markinum til New Jersey.

Skottilburðurin hendi dagin eftir ein annan tilburð, sum hendi í býnum Baltimore nakað longur suðuri. Her vórðu tveir persónar dripnir og 28 særd, helmingurin av teimum vóru børn og ung.

Skottilburðurin í Philadelphia er ársins 29 hópdráp í USA, sambært eini databasu hjá AP, USA Today og Northeastern University, skrivar NTB. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder