2018-12-11 06:55
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Mikukvøldið hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju. Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, serliga føroysk og ensk, í hugnaligu kirkjuni.
Konsertin verður fyriskipað saman við messingblásarum úr Nes Sóknar Musikkskúla, og koma ungu leikararnir at seta sín dám á konsertina.
Ymiskir smærri bólkar fara at framføra, áðrenn hornorkestrið spælir.
Jólakonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag er gott høvi í jólamánaðinum at seta eina løtu av til góðan jólatónleik í hugnaligu kirkjuni. Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth P. Jones.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald