placeholder
Mentan

Horrse í norskum morgunsjónvarpi

Hevði útgávukonssert á spælistaði í Oslo og vitjaði fleiri norskar miðlar

(Mynd: Ditte Matilda Joensen)

(Mynd: Ditte Matilda Joensen)

2021-11-23 08:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tónleikarin Ragnar Finsson, sum á palli kallar seg Horrse, er júst afturkomin úr Noregi eftir ein lítlan konserttúr, har hann eisini luttók í fleiri útvarps- og sjónvarpssendingum.

-  Eg var so heppin at fáa 30 minuttir innsløg, bæði á NRK P2, og í NRK Østlandssendingen, við bæði samrøðu, og framførslu. Harafturat slapp eg at framføra í TV2 "God morgen, Norge", greiðir Ragnar frá.

Framførslan á norska TV2 sæst her

Horsse hevur í heyst givið út eina EP við heitinum “Cossing”. Fýra løg eru á Crossing, “Queen of Roses”, “You’re a Ghost”, “Who Are You” og “Devil in the Flesh”.

Farna hósdag hevði Horrse útgávukonsert í spælistaðnum Blå í Oslo. Longu í februar skal hann aftur til Noregs at framføra sín tónleik. Tá verður hann við á forkunnuga ‘showcase’-tiltakinum Trondheim Calling, sum verður 4. februar 2022.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder