Innanlands

Horvin bilur funnin

Ein bilur, sum varð eftirlýstur leygarkvøldið, varð funnin aftur í Havn í gjár, men hvør hevði tikið bilin veit løgreglan ikki

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-17 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint leygarkvøldið eftirlýsti løgreglan ein bil, sum var horvin í Havn. Talan var um ein blágrønam Nissan Micra árgangur 2015.

Um middagsleitið í gjár boðaði løgreglan so frá, at bilurin var funnin aftur.

Løgreglan upplýsir í morgun, at bilurin varð funnin aftur í Havn eitt sindur frá har, sum hann hvarv. Bilurin var í góðum standi við lyklum og øllum, og at hann hevði ongan skaða fingið.

Hvør hevði tikið bilin, veit løgreglan ikki, og sum skilst hava tey heldur eingi spor at ganga eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder