2021-11-07 13:22

Stutt fyri klokkan 10 í morgun eftirlýsti løgreglan ein bil á Facebook.
Talan var um ein silvurlittan Fiat 500 L, árg. 2016, sum var stolin úr vesturbýnum í Havn í morgun. Ein góðan tíma seinni boðaði løgreglan frá, at bilurin var funnin aftur.
Vakthavandi á politistøðini upplýsir, at bilurin varð funnin nærindis har, sum hann hvarv frá. Bilurin verður enn kannaður, og veit vakthavandi tí ikki at siga, hvørjum standi bilurin er í.
Eingin er skuldsettur fyri stuldurin enn, men tey hava illgruna til nøkur fólk, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald