Luna Eshahin var høvuðspersónurin á fyrsta kvøldinum á G! festivalinum í Syðrugøtu í gjárkvøldið.
Luna er donsk. Hevur danska móður og kurdiskan pápa úr Turkalandi. Sum oddakvinna í vælleikandi bólkinum AySay, gjørdist hon størsa tónleikaupplivilsið í Gøtu hetta fyrsta festivalkvøldið.
Tónleikurin hjá bólkinum er fyrst og fremst dansitónleikur við kurdiskum og eysturlendskum, har Luna av og á trívur í siðbundnu mandolinlíknandi streingjainstrumentið, saz, við eyðkendum eysturlendskum ljóði.
![]()
Hon meistrar ljóðførið væl, men tað er røddin, ið Luna meistrar best. Vit skiltu ikki so nógv av tí, ið hon sang, men tað hon segði millum sangirnar var upplyftandi. Við síni kurdisku bakgrund gongur hon høgt upp í viðurskifti, sum hava við samleika, tilknýti og mentanarligt margfeldni at gera. Og hon staðfesti eisini, at føroyingar og kurdiska fólkið hava heilt nógv til felags, uttan at tað tó gjørdist beinleiðis politiskt av teirri grund.
Javnrættindi og tað at kvinnur ikki skulu lata seg kúga, men trúgva upp á egnan mátt og megi, var eisini ein gjøgnumgangandi høvuðsboðskapur í hennara framførslu, sum tónleikaliga var sera væl stuðlað av dugnaligu mannligu tónleikarunum, har serliga guitaristurin Carl West Hosbond skaraði framúr.
(Mynd: G! festival / Lasse Lagoni)
Dan Olsen í góðveðrinum
Tað er annars góðveðrið, sum setir sín dám á festivalin. Er gott veður, gerst stemningurin ein heilt annar. Ikki bara eru fólk glaðari og fríari, men við tvísiffraðum hitastigum gerst festivalurin bara meira veruligur, og eisini meira hóskandi til tann altíð fremmanda og fleirmentanarliga tónleikin, sum festivalurin í Gøtu hevur at bjóða.
Og tí hóskaði tað seg eisini væl, at Dan Olsen, føroyski trubadoururin í London, slapp at byrja konsertirnar á sandinum. Hugaligt, at ídni sangskrivarin, endiliga slapp framat at syngja sínar glaðu og løttu sangir á stórum festivalpalli herheima.
Framúr forteljaragávur eisini
Undan tí hevði Eivør sett festivalin í gongd við eini framførslu fyri børn á spæliplássinum, har hon fortaldi søguna og sang um “Skrímslið, lítla systir mín”, sum hon sjálv hevur verið við til at skriva saman við íslendskum rithøvundi. Framúr forteljaragávur hon eisini hevur, Eivør.
![]()
Hin drotningin á føroyska tónleikapallinum, Guðrið Hansdóttir, hevði eisini ein leiklut hetta kvøldið. Hon hevði eina sera væleydnaða framførslu á tí minna pallinum við sínum nýggju framúr góðu sangum og nøkrum av teimum gomlu góðu. Altíð kvalitetur, tað, sum Guðrið borðreiðir við. Ikki minst tá hon fær góða hjálp frá Benjamin Petersen á guittarum og Marionnu Winther við bakgrundsrøddum.
Restina av tónleikinum fer yvirritaði ikki at gera tær stóru viðmerkingarnar til. Annað enn, at helst er tað onkur, sum fær nakað burtur úr at hoppa til oyðimarkarblues úr Mali – Tamikrest – og punkutan elektrotónleik úr London – Lynks – framførdur í skorti. Men viðkomandi tykist hesin tónleikur ikki.
![]()
Føroyingar tryggjaðu funk-stevið
Eitt sindur meira viðkomandi er at hoyra festligan funk úr L.A. – The Butter Funk Family – sum fyrr hava vitja her á oyggjunum. Talan er meira ella minni jam undir leiðslu av dugnaliga og væl upplagda trompetistinum Printz Board, og imponerandi er, at tað kundi swinga so væl, tá hugsað verður um, at øll rútmuseksjónin var føroyskt: Per Ingvald Højgaard Petersen á trummum, Jan Rúni Poulsen á perkussion og Mikael Blak á bassi. Teir kunnu ikki hava vant leingi saman, men tað sat.
Vit kunnu ikki siga nakað um, hvussu seinasta framførslan á sandinum, við Joe & the Shitboys, var. Tá var hesin gamli farin heim.
Tað verður heldur ikki viðmerkt hvat fór fram á triðja pallurin – Fjósinum. Rúmið er ov klaustrofobiskt til at tónleikurin, ið verður framørdur inni har, kann njótast.
Í dag – fríggjadag – sær út til at góðveðrið enn einaferð tryggjar ein framúr festivaldag í Gøtu.
Høvuðsnøvnini í kvøld eru Orkesta Mendoza (kl. 17.30), Nantastic Negrito (kl. 19.50), Frændur (kl. 22.20) og Marius DC (kl. 00.40) á sandinum og Teitur & Girls in Airports (kl. 16.30), Jerub (kl. 18.55), Silvurdrongur (kl. 21.15), Komfortrauschen (Kl. 23.50) og Tunghoyrt (01.45) á spæliplássinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald