Nýggja Hotel Brandan, sum Smyril Line samtakið letur byggja í Havn, skal merkjast við tí altjóða góðkenda umhvørvismerkinum Greenkey. Fleiri enn 6000 feløg í 60 londum eru í løtuni góðkend til at brúka Greenkey umhvørvismerkið.
Hotel Brandan fer at lúka eina røð av ítøkiligum og viðkomandi umhvørviskrøvum, og verður formliga góðkent áðrenn hotellið letur upp. Síðani skal Hotel Brandan standa eftirkanningar við jøvnum millumbilum fyri at varðveita Greenkey merkið.
Krøv verða millum annað sett til eitt nú nýtslu av vatni, einnýtisíløtum, vaskievnum, el og vistfrøðiligum vørum á hotellinum. Hotel Brandan verður harumframt fyrsta hotellið í Føroyum, sum verður upphitað við fjarhita. ‘’Tøl frá Fjarhitafelagnum vísa at fjarhiti bert hevur ein tíggindapart av CO2 útláti við sær í mun til olju sum orkukelda, og tað eru vit sjálvandi ótrúliga fegin um. Vit hava skyldu at seta øll gjørlig átøk í verk fyri at ansa eftir umhvørnium og hetta er eitt stórt stig tann rætta vegin’’ sigur Rógvi Mikkelsen, leiðari á Hotel Brandan
- Samstarvið við Hotel Brandan gongur framúr væl. Øll neyðug umhvørvisatlit verða tikin í byggitilgongdini og vit gleða okkum til formliga at bjóða Hotel Brandan vælkomnum í Greenkey felagskapin, sigur Mikal Holt, umhvørvisstjóri hjá Horesta.
Sjálvsagt at hugsa grønt
Umhvørvisatlit hava verið ein sjálvsagdur partur av projekteringini og byggingini av Hotel Brandan. Fyrst og fremst, tí at tað er rætta løtan at hugsa skynsamt, tá bygt verður av nýggjum.
- Tað er ein spennandi tilgongd at skipa eitt nýtt hotell, sum hevur til endamáls at veita viðskiftafólkunum eina framúr tænastu, samstundis sum vit liva upp til tey strangastu umhvørviskrøvini í okkara vinnugrein, sigur Rógvi Mikkelsen, leiðari á Hotel Brandan.
Hotel Brandan letur upp í mai 2020, tá ið 124 kømur standa klár til bæði føroyskar og útlendskar gestir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald