Smyril Line yvirtók raksturin av hotellinum í Skálavík frá eigaranum, Grunninum Immanuel, í mars 2015. Sambært in.fo verður hotellið bert opið fyri alemnninginum stórar tríggar mánaðir afturat við Smyril Line við róðrið.
Fólk, sum eru í føstum starvi á Hotel Skálavík, hava fingið at vita, at hotellið letur aftur 9. desember. Tey hava fingið bjóðað arbeiði aðrastaðni hjá Smyril Line.
Pætur Trónd Thomsen er hotelstjóri hjá Smyril Line. Hann váttar fyri in.fo, at avgerðin er tikin um at lata hotellið aftur fyri almenninginum, men at fram til 31. mars komandi ár kann Hotel Skálavík leigast til ymisk endamál. Tá gongur sáttmálin millum Smyril Line og Immanuel út.
Orsøkin er óviss, og tað er eisini óvist, um onkur annar yvirtekur raksturin um sjey mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald