Innanlands

Hótta við at allir sjúkrarøktarfrøðingar fara í verkfall

Har er ríkiligt av rúmi at samráðast, um Fíggjarmálaráðið bert sleppur sínum ultimatumi, sigur Óluva í Gong

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (Savnsmynd: KvF)

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (Savnsmynd: KvF)

2023-11-02 10:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kemur lógaruppskot um verkfallið í løgtingið, sær Felagið Føroyskir Sjúkrarøktatfrøðingar seg ikki bundnan av avtaluni longur og lýsir arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á sáttmálaøkinum, har sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er galdandi.

Tað stendur í skrivi sum Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur sent løgmanni, Akseli V. Johannesen.

Verkfallið traðkar í kraft í tí løtu, tað verður lýst, sigur hon.

Skrivið er soljóðandi:

Góðan dagin

Aksel V. Johannesen, Løgmaður

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur 10. apríl 2014 gjørt eina avtalu við Fíggjarmálaráðið um fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi út frá Løgtingslóg um semingsstovn § 7. stk. 1.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur hildið seg til hesa avtaluna og stendur við avtaluna.

Tó skal sigast, at um tú, sum løgmaður, eisini umboðandi Fíggjarmálaráðið, á nakran hátt ger teg inn á avtaluna við at bera eitt lógaruppskot í Løgtingið fyri at styrkja egnu forhandlingstøðu, sær Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar seg ikki bundnan av avtaluni longur og lýsir arbeiðssteðg fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á sáttmálaøkinum, har sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er galdandi.

Verkfallið traðkar í kraft í tí løtu, tað verður lýst.

Umframt hesar fylgir, so nýtast tit bert at hyggja til Danmarkar, har stjórnin valdi somu loysn, avleiðingarnar har hava verið hópuppsagnir.

Tað er vorðið okkum heilt greitt, at Fíggjarmálaráðið als ikki hevur viljað funnið semju, men hevur í staðin roynt at kroyst okkum til eina støðu, har vit máttu siga her til og ikki longur.

Hetta verður nú brúkt fyri at fáa Løgtingið at avgreiða málið fyri seg.

Har er ríkiligt av rúmi at samráðast, um Fíggjarmálaráðið bert sleppur sínum ultimatumi.

Óluva í Gong, forkvinna
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder