Tøknirisin Meta kann verða noyddur at steingja sosialar miðlarnar Facebook og Instagram í Evropa, um tey ikki longur sleppa at brúkar servarar í USA til at goyma evropeiskar dátur.
Tað sigur ein frágreiðing frá Meta, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin í sambandi við uppgerðina fyri seinasta ársfjórðing.
Á sumri í 2020 góðkendi ein ES-dómstólur ikki sonevndu Privacy Shield avtaluna, sum snúði seg um flutning av dátum millum ES og USA, og um ikki ber til at gera eina nýggja avtalu, er sannlíkt, at Meta ikki longur kann veita sínar tænastur, harímillum Facebook og Instagram í Evropa, verður sagt sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald