Rockbólkurin Rolling Stones hóttir nú við at stevna Donald Trump, um hann heldur fram at nýta teirra tónleik í sambandi við politiskum tiltøkum.
Á valfundinum í Oklahoma fyrr í hesum mánaðinum brúkti amerikanski forsetin lagið "You Can't Always Get What You Want", og tá Trump gjørdist forseti í januar 2017, varð lagið "Heart of Stone" spælt.
Rolling Stones hevur síðan 2016 klagað um, at Trump hevur brúkt tónleik hjá teimum.
Bólkurin hevur nú, saman við amerikanska BMI, sum tekur sær av rættindum hjá tónleikarum og øðrum listafólkum, funnið ein máta at stevna Trump fyri at brúka teirra tónleik, skrivar Ritzau.
– Hetta kann gerast síðstu ferð, at Trump nýtir nakað lag hjá Jagger/Richards í sínum valstríði. Heldur Donald Trump á, verður hann stevndur, sigur bólkurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald