Innanlands

Hótti og rann undan

Ein maður var ólátaður á skeinkistaði, og álvarin í støðuni øktist. Vaktleiðarin upplýsir eisini, at tríggir persónar verða skuldsettir fyri harðskap í hending 23. desember

Maðurin varð handtikin, eftir at hann hevði verið ólátaður á einum skeinkistaði í miðbýnum. Viðkomandi vendi síðani sína vreiði móti løgregluni, og hann fer at verða skuldsettur fyri hóttanir móti tænastumanni

Maðurin varð handtikin, eftir at hann hevði verið ólátaður á einum skeinkistaði í miðbýnum. Viðkomandi vendi síðani sína vreiði móti løgregluni, og hann fer at verða skuldsettur fyri hóttanir móti tænastumanni

2023-12-31 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var sum heild friðarligt í býnum seinastu náttina í 2023, men vaktleiðarin á løgreglustøðini í høvuðsstaðnum upplýsir, at man hevur havt ein sovandi persón í nátt.

Maðurin varð handtikin, eftir at hann hevði verið ólátaður á einum skeinkistaði í miðbýnum. Viðkomandi vendi síðani sína vreiði móti løgregluni, og hann fer at verða skuldsettur fyri hóttanir móti tænastumanni.

Trupulleikarnir hjá tí handtikna støðga tó ikki her. Í støðuni vildi hann ikki upplýsa sítt navn, og persónurin rann undan, eftir at hann fekk at vita, at viðkomandi var handtikin. 

Persónurin verður fyribils leyslatin í dag, men skal fyri rættin í næstum fyri lógarbrotini, staðfestir vaktleiðarin. Serliga eru tað hóttanir móti tænastumanni, ið eru álvarsamar.

Tríggir persónar skuldsettir

Tollaksmessukvøld var eitt harðskapsmál í miðbýnum. Løgreglan hevur kannað málið síðani og kann nú upplýsa, at tríggir persónar verða skuldsettir í málini.

Tað vóru hesir persónarnir, ið lupu á tveir aðrar í Steinatúni. Teir órættaðu fingu nakrar skaðar í støðuni.

Vaktleiðarin kundi ikki siga so nógv annað í løtuni, tí tann triði persónurin hevur ikki verið á støðini til avhoyringar enn. Løgreglan hevur tó tosað við hann í telefon og avhoyrt hinar báðar, ið verða skuldsettir fyri harðskap fyri hendingina 23. desember.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder