Uttanlands

Hóttir við at blaka limir úr konservativa flokkinum

Um tey atkvøða ímóti brexit-ætlanini hjá stjórnini, verða tey blakað úr flokkinum og sleppa ikki at stilla upp aftur, sigur Boris Johnson

Boris Johnson (Savnsmynd)

Boris Johnson (Savnsmynd)

2019-09-02 14:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi dagarnar er síðsti møguleiki hjá bretsku tjóðartingslimunum at fáa eina lóg ígjøgnum, sum kann forða fyri, at Bretland fer úr ES uttan avtalu.

Bretski forsetisráðharrin, Boris Johnson heldur fast við, at Bretland skal úr ES 31. oktober við ella uttan avtalu.

Fleiri av limunum í konservativa flokkinum hava boðað frá, at tey eru til reiðar at atkvøða fyri uppskotinum móti ætlanini hjá Boris Johnson og konservativu stjórnini.

Tað er hetta, sum hevur fingið bretska forsetisráðharran at hótta limir við at blaka teir úr flokkinum og forða teimum í at stilla upp fyri flokkin aftur, um tey atkvøða ímóti ætlanini hjá stjórnini, skrivar tíðindastovan Reuters.

Men við at gera hetta kann Boris Johnson koyra seg sjálvan í minniluta, av tí at stjórnin bert hevur eina atkvøðu meira.

Jeremy Corbyn, leiðarin í bretska arbeiðaraflokkinum, Labour, sigur, at flokkur hansara ynskir nýval.

- Hendan vikan hava vit kanska seinasta møguleikan at steðga eitt no deal-brexit (eitt brexit uttan avtalu, red.), sigur hann og leggur afturat, at hann heldur tað verða neyðugt við nývali, um hetta ikki eydnast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder