Uttanlands

Høvdu ætlanir um atsókn móti konsulátum í Istanbul

15 persónar eru handtiknir, tí teir eru undir illgruna fyri at hava lagt ætlanir um atsókn móti svenska og hollendska konsulátinum í Istanbul

Mótmælisfólk frammanfyri svenska konsulátinum í Istanbul (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk frammanfyri svenska konsulátinum í Istanbul (Mynd: EPA)

2023-02-05 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri persónar eru handtiknir, tí teir eru undir illgruna fyri at hava lagt ætlanir um atsókn móti svenska og hollendska konsulátinum í turkiska býnum Istanbul.

Tað skriva fleiri turkiskir miðlar sambært Ritzau.

Ein miðil skrivar, at 15 persónar vórðu handtiknir undir einari rannsókn móti persónum, sum sigast at hava samband við IS.

Svenska uttanríkismálaráðið sigur, at tey hava samband við síni fólk í Turkalandi.

Tað hevur skapt øsing í Turkalandi og í fleiri øðrum muslimskum londum, at Rasmus Paludan, formaður í danska politiska flokkinum Stram Kurs, hevur brent koranir frammanfyri turkiskum sendistovum í Stockholm og Keypmannahavn. Sum aftursvar hava mótmæli verið í Turkalandi, har mótmælisfólk m.a. hava sett eld á svenska flaggið.

Málið gjørdist stórpolitiskt, tá tað fekk ávirkan á Nato-limaskapin hjá Svøríki. Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi hevur boðað frá, at Turkaland ikki kann góðkenna svenskan Nato-limaskap, so leingi myndugleikarnir loyva mótmælisfólkum at brenna koranir.

Erdogan sigur seg vera sinnaðan at loyva Finnland uppí Nato, men Svøríki og Finnland hava gjøgnum alla tingongdina havt ætlanir um at fara uppí Nato saman.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder