Innanlands

Høvdu ampa av fullum persóni

Fleiri ferðir í gjár varð løgreglan boðsend í høvuðsstaðnum, tí fullur ella avdottin persónur var til ampa í handli og matstovum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-02 09:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var fleiri ferðir í gjár, at boð komu á løgreglustøðina í Havn um at koma hjálpa, at fáa ein fullan persón burtur. Í fleiri førum vísti tað seg at vera sami persónur.

Fyrstu ferð var klokkan 15 seinnapartin í gjár, tá fráboðan kom um, at ein maður lá avdottin á gongugøtuni við Vaglið í Havn. Løgreglan kom á staðið og hjálpti manninum til gongu aftur.

Ein lítlan tíma seinni var aftur ringt út miðbýarøkinum. Tá var ein fullur maður komin inn í Mylnuna í miðbýnum. Tað vísti seg at vera sami maður, sum nú hevði leitað sær longur niðan eftir gongugøtuni.

Um hálvgun seks tíðina vóru aftur boð eftir ordansmaktini, tá tey ringdu frá Gómagott og greiddu frá, at onkur sat har inni og svav, og vildi ikki flyta seg. Aftur oman at hjálpa manninum útum, og hann var settur á ein bonk í Steinatúni.

Trý korter seinni var hesin sami aftur uppá spæl. Tá hevði viðkomandi leitað sær inn á Bitan. Løgreglan koyrdi eftir hetta mannin til hús.

Í gjárkvøldið komu tvær fráboðanir um aðrar persónar, sum høvdu fingið ov nógv. Ein, sum lá avdottin við Kioskina hjá Astu á Vaglinum og ein, sum eisini lá avdottin nærhendis Glitnir á Skálatrøð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder