Innanlands

Høvdu hassj uppi á sær

Løgreglan gav fleiri bøtur í gjár, serliga fyri brot á ferðslulógina

2021-11-18 09:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey ungfólk fingu í gjárkvøldið bót fyri brot á lóguna um euforiserandi evni. Talan er um tvey, sum vórðu støðgað í einum bili í Havn nakað fyri midnátt. Tað vísti seg, at tey høvdu hassj uppi á sær.

Seinnapartin í gjár var løgreglan úti á Argjum og gjørdi ferðslukanningar á Glyvursvegnum, sum eftirhondini er ein føst inntøkukelda hjá sektarkassanum. Hetta var um tvey-tíðina seinnapartin, har ein bilur koyrdi 75 kilometrar um tíman – tað gevur eitt klipp í kortið – og tveir koyrdu 73 kilometrar um tíman, sum gevur bót.

Ferðsluløgreglan avdúkaði eisini nakrar bilførarar í gjár, sum tosaðu í telefon meðan tey koyrdu. Hesi fáa eisini bót.

Harumframt var løgreglan úti og tók 11 nummarplátur av bilum, hvørs eigarar ikki hava hildið sínar skyldur, tá tað snýr seg um at rinda fyri so sum trygging, vegskatt og umskráseting, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder