2024-01-05 07:47
Tað gav úrslit tá løgreglan seint í gjárkvøldið steðgaði nøkrum bilum í tí økinum, sum løgreglan rópar "Norðurøkið". Tað umfatar Eysturoynna og Norðoyggjar.
Um eitt tíðina bleiv ein bilur steðgaður har tey bæði fólkini í bilinum høvdu hassj uppi á sær. Annar persónurin hevði so mikið nógv, at hann kann vænta at enda á ákærubeinkinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Viðkomandi hevði beint undir 20 grammum av hassji uppi á sær, og hin hevði eina lítla nøgd av sonevndum hassjmixi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald