2026-08-09 10:16
Nógv fólk hava verið á Summarfestivali í Klaksvík, lagið var gott, og hevur løgreglan ongar álvarsligar hendingar skrásett frá festivalinum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tó hevur løgreglan seinasta samdøgrið brúkt nógva tíð uppá at fáa fatur á bileigarum sum høvdu parkerað so illa, at bilarnir vóru til ampa fyri ferðslu.
Eitt nú hevði onkur parkerað har, sum samarittarnir hildu til, og var sjúkrabilur ikki sloppin á staðið, um tørvur hevði verið á tí.
Eisini var onkur, sum ikki slapp av festivaløkinum við tøkniútgerð orsakað av illa parkeraðum bilum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald