Innanlands

Høvi at vitja umborð á Bretagne seinnapartin

Klokkan 17 og 17.30 verður høvi at vitja umborð á fregattini hjá fronsku verjuni, sum liggur á Havnini, skrivar franska konsulátið.

2026-10-19 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, verður høvi at vitja umborð á fregattini Bretgne hjá fronsku verjuni, sum liggur við kai í Havn í hesum døgum

Tvær ymiskar vitjanartíðir verða bodnar út - klokkan 17 og klokkan 17.30 - og pláss er fyri 20 fólkum til hvørja klokkutíð. Vitjanin tekur umleið 30 minuttir, skrivar franska konsulátið.

Áhugað kunnu skriva teldupost til [email protected] ella senda sms til 211057. Skrivið navn, kyn, føðingardag og hvørja klokkutíð ynski er at vitja. Veljið fegin tvær klokkutíðir sum ynski 1 og ynski 2.

Tey, sum fáa plássini, fáa boð um tað. Tað er neyðugt at bera skjótt at við at tekna til, og skotbráið er sera stutt. Seinasta freist at tekna til vitjan er í dag kl.14.

Tey, sum ætla umborð og fáa svar um, at tey hava fingið pláss, mugu hava samleikaprógv við umborð, so sum pass ella koyrikort. Børn mugu fylgjast við vaksnum og skulu eisini hava samleikaprógv.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder