
RIVA: Tað er ymiskt hvussu vit eru til her í verðini, hvat vit halda eyðkennir okkum og hvørjir tankar mala í okkara hugaheimi. Onkur av okkum dáma at halda okkum í bakgrundini, meðan onnur eru frambrúsandi og hava ein sokallaðan ‘main character energy’.
Hóast okkara ymiskleikar hava vit tað til felags, at vit øll eru høvuðspersónurin í okkara egna lívi.
Verkið er ein granskan av menniskjans samleika, sum menniskja og sum einstaklingur, og teir ytru faktorar, ið spæla ein leiklut í menningini av okkara samleika. Hvørjir eru hesir og hvussu stóra ávirkan hava hesir ytru faktorar á okkum?
Fyrsta útgávan av verkinum “Høvuðspersónurin” hjá dansivirkinum RIVA kann upplivast í Norðurlandahúsinum fríggjadagin tann 9. mai kl 19:30.
Verkætlanin er eitt samstarv millum tey trý í RIVA, Rannvá G. Niclasen, Vár B. Árting og Búi Rouch og yrkisdansararnar Elias Bäckebjörk og Elias Kraft úr Svøríki, Torill Kolsrud úr Noregi og Johannes Blattner úr Týsklandi. Harafturat hava tey í skapanartilgongdini fingið íblástur og hjálp frá næmingum á dansi- og rørslubreytini á Nám X.
Verkætlanin hevur stórt virði fyri RIVA, av tí at tað er ein forkunnugur møguleiki at RIVA kann samstarva við fýra altjóða yrkisdansarar í Føroyum yvir eitt longri tíðarskeið. Listaliga tilgongdin gerst ein onnur og nýggir spennandi møguleikar spretta upp, tá sjey yrkisdansarar skulu samskapa eitt nýtt verk og framføra á palli. Verkið er enn í gerð og eftir hesa sýningina verður tað endurskoðað og víðariment til ein nýggjan pall í einum nýggjum landi.
Stuðlað verkætlanini hava Nordisk Kulturfond, Nordisk Kulturkontakt, Almanna- og mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna, Atlantic Airways, Mentanargrunnur Landsins, Dansifrøi og Norðurlandahúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald