Náttúrueldarnir halda fram at herja í Avstralia, og tætt við høvuðsstaðin Canberra, er lítið tamarhald á teimum. Orsaka av sera nógvum hita, vindi og einum turrum landslagi eru forstaðirnir sunnanfyri Canberra í vanda komandi dagarnar.
Hetta sigur Andrew Barr, leiðari fyri stýrið Australian Capital Territory við tíðindastovuna dpa. Hann sigur, at hetta kann verða størsta hóttanin frá einum náttúrueldi (bush fire) í økinum síðani 2003. Tá doyðu fýra fólk, 470 heim vórðu løgd í oyði, og stórar flammur tóku 160.000 hektar av landi kring høvuðsstaðin – tveir triðingar av økinum kring Canberra
Í løtuni herjar eldurin í Orroral Valley Fire Namadgi National Park, har djór og sjáldsamar planur eru. Eldurin hevur longu etið 18.500 hektarar upp, og kann verða púra ómøguligur at hava tamarhald á. Tað verður eisini ógvuliga heitt í økinum í vikuskiftinum – upp til 40 hitastig, og hetta hjálpir ikki uppá støðina. Fleiri hundrað sløkkiliðsfólk royna stríðast nú við eldin. Mett veður, at hann varð ásettur av óvart mánadagin orsaka av einum ljósi á einari tyrlu hjá avstralsku verjuni.
Undantaksstøðan í Canberra og økinum kring høvuðsstaðnum er fyrst galdandi í 72 tímar (trý samdøgur) Hon merkir, at myndugleikar í tíðarskeiðinum kunnu taka streym og vatn burtur og møguliga geva boð um, at fólk skal úr økinum.
Náttúrueldarnir hava herjað serliga eystara partinum Avstralia í fleiri mánaðir, og síðani september hava 33 fólk latið lív orsaka av teimum. Reuters skrivar, at áleið ein milliard djór eru deyð, 2500 heim eru rakt, og 117.000 ferkilometrar av landi eru sorlaðir.
Uttanlands
Høvuðsstaðurin í Avstralia í undantaksstøðu
Náttúrueldarnir herja sunnanfyri Canberra og við nógva hitanum, er vandi fyri at einki tamarhald verður á teimum. Mett verður, at eldurin er ásettur av óvart
2020-01-31 10:29
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald