Uttanlands

Høvuðsstaðurin í Kasakstan fær gamalt navn aftur

Í tíðarskeiðnum mars 2019 til september í ár, varð býurin nevndur Nur-Sultan eftir fyrrverandi forsetanum, Nursultan Nazarbajev, men nú hevur býurin aftur fingið gamla navnið Astana

Í 2019 skifti høvuðsstaðurin í Kasakstan navn frá Astana til Nur-Sultan, men nú hevur býurin fingið gamla navnið aftur (Mynd: EPA)

Í 2019 skifti høvuðsstaðurin í Kasakstan navn frá Astana til Nur-Sultan, men nú hevur býurin fingið gamla navnið aftur (Mynd: EPA)

2022-09-18 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mars 2019 varð navnið á høvuðsstaðnum í Kasakstan broytt frá Astana til Nur-Sultan – eftir fyrrverandi forsetanum Nursultan Nazarbajev. Men nú verður farið aftur til gamla navnið.

Tað upplýsti skrivstovan hjá forsetanum í Kasakstan leygardagin, eftir at tjóðartingið í landinum hevði samtykt navnabroytingina dagin fyri, og forsetin, Kassym-Jomart Tokajev hevði undirskrivað lógina.

Í 2019 varð høvuðsstaðurin navngivin eftir Nursultan Nazarbajev, fyrsti forseti í Kasakstan, fór frá eftir nærum trý áratíggju í embætinum.

Umframt navnabroytingina, undirskrivaði núverandi forsetin í landinum eisini eina lóg, sum leingir embætistíð hansara úr fimm til sjey ár. Nú sleppur forsetin eisini bert at sita í eitt valskeið, men tann lógin kemur fyrst í gildi eftir næsta forsetaval, og væntast hann tí at stilla upp aftur á næsta vali, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder