Innanlands

Hoydal leggur Fólkaflokkin undir at vera í lummanum hjá reiðarunum

- Tit eru vælkomnir at draga meg fyri rættin - eg standi við mítt, segði Høgni Hoydal í tinginum í dag

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-30 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rættiliga hvast orðaskiftið var á tingi í morgun, nú uppskotið um hækkingina av veiðigjøldunum var endaliga samtykt, tepurt við teimum 17 atkvøðunum hjá samgonguni.

Serliga var tað Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, sum brúkti høvið til enn einaferð at gera vart við sín stóra harma um, at samgongan vrakar alt tað arbeiðið hann hevur stríðst fyri seinasta valskeiðið sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum, at ognin hjá Føroya fólki nú verður latin nøkrum fáum skipaeigarum og útlendskum íleggjarum.

Og hann legði eftir Fólkaflokkinum, og ákærdi flokkin fyri óbeinleiðis at vera í lummanum hjá ávísum reiðarum.

- Eg havi sett tykkum ein einfaldan spurning fleiri ferðir. Hevur Fólkaflokkurin ella valevni hjá flokkinum fingið beinleiðis peningaligan stuðul frá teimum reiðarum, sum nú verða ríkaðir upp við serrættindum til fiskiskapin?

- Eg havi ikki fingið svar upp á spurningin. Tit kunnu bara siga nei, men ikki eingang tað kunnu tit svara upp á, segði Høgni Hoydal, sum lovaði tinginum, at líka mikið hvussu nógv politisku mótstøðufólk hansara í Fólkaflokkinum ákæra hann fyri bakbit og óreiðiligheit, so ætlar hann ikki at helma í við skuldsetingunum um rán frá Føroya fólki, hvørki her heima ella uttanlands.

- Eg kann ikki góðtaka, at tit lata okkara gudsgivna fiskatilfeingi til nøkur fá fólk. Hvør politikari fer í framtíðini at tora at tosa hesum fámannaveldi ímóti, spurdi Høgni Hoydal, og segði, at fólkafloksfólk eru vælkomin at draga hann fyri rættin, har hann eisini ætlar sær at vísa á órættin, sum samgongumeirilutin hevur framt við hesum máli.

Eftir at uppskotið um veiðigjøldini varð samtykt, varð tingfundurin slitin, tí bíðað verður eftir broytingaruppskotum til fíggjarlógina. Tingfundurin verður uppafturtikin klokkan 13.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder