Val var í teimum 357 kommununum í Noregi í gjár, og fyri fyrstu ferð síðan 1924 er Høyre nú størsti flokkurin í Noregi.
Konservativi høgraflokkurin gjørdist stóri vinnarin á valinum, og hevði eina framgongd á 5,8 prosentstig, og fekk 25,9 prosent av øllum atkvøðunum.
Sosialdemokratiski flokkurin, Arbeiderpartiet, fekk 21,7 prosent, og hetta er vánalligasta valið hjá flokkinum nakrantíð.
Serliga í teimum stóru kommununum gekk tað illa hjá Arbeiderpartiet, sum einans vann 12 av teimum 50 størstu kommununum. Seinast vann flokkurin 26 av hesum kommunum.
Hin stóri taparin á kommunuvalinum er Senterpartiet, sum gekk aftur í 187 kommunum.
Hesir báðir flokkar skipa norsku stjórnina, og verða nú revsaðir fyri, at norðmenn hava minni av pengum millum hendurnar, orsaka av dýrari streymi og mati og hægri rentum, skrivar NRK.
Men orsøkin til afturgongdina er ikki bert landspolitikkur. Í Finnmark hevur Senterpartiet mist nógvar atkvøður orsaka av, stóra verkið á Meløya nú skal rekast við ravmagni heldur enn gassi.
Og í fiskivinnubýunum fram við strondina, har nógv fólk starvast í alivinnuni, missa stjórnarflokkarnir undirtøku orsaka av avgerðini um at hækka nógv umstrídda laksaskattin.
Á kommunuvalinum hevur ein nýggjur flokkur sæð dagsins ljós. Flokkurin Industri- og næringspartiet fekk undirtøku frá 3 prosentum av veljarunum, og liggur nú á vágskálini í fleiri kommunum, og sleppur at avgera um býarstýrið skal vera reytt ella blátt.
Flokkurin arbeiðir fyri at Noreg skal vraka fleiri av sínum veðurlagsmálum fyri at gera meira burtur úr at leita eftir olju og gassi. Flokkurin vil eisini útbyggja vatnorkuna og gevast við at økja um vindorkuna.
Í høvuðsstaðarkommununi hava reyðu flokkarnir, Arbeiderpartiet, tey Grønu og SV havt leiðsluna seinastu átta árini. Men nú sær út til at valdið er koppað yvir til borgarliga vongin, við Høyre, Fremskrittspartiet, kristiliga flokkinum og Venstre.
Arbeiderpartiet hevði ringasta val síðan kríggið, og borgarstjórin, Raymond Johansen, hevur longu ruddað borgarstjóraskrivstovuna eftir valósigurin, skrivar NRK.
Í Bergen hevur arbeiðaraflokkurin eisini havt leiðsluna hesi seinaastu árini saman við ymsum samstarvsflokkum. Enn er ógreitt, hvat valið endar við. Arbeiderpartiet gekk nógv aftur, og Høyre gekk fram. Fremskrittspartiet tvífaldaði sítt atkvøðutal í mun til seinasta val.
Trondheim hevur verið undir leiðslu av Arbeiderpartiet síðan 1920’ini, og er ein høvuðsborg hjá javnaðarrørsluni. Nú er Høyre størsti flokkur í býnum, og enn er ógreitt hvør kemur at stýra kommununi komandi valskeið, tí bæði Senterpartiet, tey grønu og kristiligi flokkurin hava meldað út, at tey kunnu samstarva til báðar síður.
Á seinasta kommunuvali fekk Arbeiderpartiet leiðsluna í Stavanger eftir at Høyre hevði staðið á odda fyri kommununi í 24 ár. Men leiðslan hjá Arbeiderpartiet helt bara í eitt valskeið.
Tromsø verður tó framvegis reyð kommuna, hóast Fremskrittspartiet næstan tvífaldaði sína undirtøku. Arbeiderpartiet hevði framgongd her, meðan Senterpartiet næstan misti alla sína undirtøku.
Kelda: NRK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald