Mentan

Hoyvíkingar og kaldbaksfólk fáa ein prest afturat

Søkt verður nú eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar norðrara prestagjald

Hoyvíkar kirkja

Hoyvíkar kirkja

2019-02-13 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú verður søkt eftir nýggjum sóknarpresti afturat til nýggju sóknina í Suðurstreymi, sum hevur fingið heitið Suðurstreymoyar norðrara prestagjald, og sum umfatar kirkjurnar í Hoyvík og Kaldbak.

Marjun Bæk, pensjóneraður sóknarprestur, hevur røkt prestakallið í eini royndartíð, men gavst um ársskiftið.

Síðan hevur sóknin fingið játtað ein prest afturat, og nú lýsir bispur eftir sóknarpresti í føstum embæti. Ætlanin er, at nýggi presturin kann taka við umleið 1. august, verður sagt í lýsingini, sum sæst á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.

Theodor Eli Dam Olsen hevur røkt prestastarvið síðan Hoyvíkar kirkja varð tikin í nýtslu fyri 12 árum síðani.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder