Nú verða eini nýggj venjingarhøli innrættað í Hoyvíkshøllini.
Talan er um eini høli vinstrumegin við høvuðsinngongdina, sum hava staðið óinnrættað, síðani høllin varð bygd út í 2015. Hølið er umleið 70 m2, og her fáa ítróttarfólkini eini nýmótans høli til amboðsvenjingar og styrkivenjingar, skrivar Tórshavnar kommuna.
Farið verður beinanvegin undir at leggja gólvhita, stoypa gólv, smíða tvey smærri rúm við vesi og brúsu, leggja loft, gera vindeyga og onnur smærri arbeiði.
Kommunan hevur játtað eina hálva mió. krónur til hølini, og peningurin er longu tøkur til arbeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald